Fara til hús at ballast

Fara til hús at ballast
Politiið fær fráboðanir frá fólki um fólk, sum ballast
Politiið hevur ongan heimild at steðga ballum.
 
10.05.2020 - 10:41
Politiið fekk fráboðanir frá fólki um ball í nátt, men fær einki gjørt við tað uttan at tosa við fólk.
 
Fólk ballast við hús, tí skeinkingarstøðini í Havn lótu aftur klokkan eitt til hálvgum tvey í nátt, hóast tey, sambært lógini, hava loyvi til at hava opið til klokkan fýra.
 
Kalt var úti, so fólk fóru til hús at ballast.
 
Koronutilmæli
Tað dámar ikki øllum í hesum koronutíðum við tilmælum um frástøðu og øðrum, so tey ringdu til politiið.
 
Men politiið fær einki gjørt við tað, annað enn at tosa við tey, sum ballast.
 
Ein bilførari fekk klipp í koyrikortið í gjár, tí hann koydi 75 km/t um tíman í bygdum øki.
 
Tað var í Søldarfirði.
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. november
«Hosianna, Dávids sonur!»
184318
Hósdag 28. november
Andarblak - Í menniskjum góður tokki
184315
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2)
184255
Mikudag 27. november
Kanst tú siga farvæl? (2:2)
184254
Mikudag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184234
Mikudag 27. november
Fólksins rødd 4:4 - teknmálstulkað
184221
Týsdag 26. november
Føroysk fiktión (2:5)
184205