Ferðsluóhapp í Runavík

Ferðsluóhapp í Runavík
Ein bilur koyrdi ábyrgdarleyst í bygdum øki í Runavík í nátt, og at enda rendi hann á
 
08.05.2020 - 10:56

Beint eftir midnátt komu fleiri fráboðanir um, at ein bilur koyrdi ábyrgdarleyst í bygdum øki í Runavík. Men áðrenn løgreglan kom á staðið, hevði bilurin rent á.

Eingin fólkaskaði var, men bilurin er illa farin. Løgreglan tók føraran við sær og tók eina blóðroynd, sum fer at vísa, um hann var ávirkaður.

Seint seinnapartin í gjár koyrdi sami bilur ábyrgdarleyst aðrastaðni í Eysturoynni, men hann varð ikki handtikin, tí einki var at taka hann fyri.

Politiið tosaði við mannin um fráboðanirnar og bað hann koyra ordiligt, men seinni um kvøldið koyrdi hann aftur ábyrgdarleyst. 

Annars hevur løgreglan gjørt ferðsluátøk seinastu dagarnar, og fleiri bilar hava fingið bót fyri eitt hvørt. Í gjár fingu fýra bilar bót fyri at koyra við píkadekkum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. november
«Hosianna, Dávids sonur!»
184318
Hósdag 28. november
Andarblak - Í menniskjum góður tokki
184315
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2)
184255
Mikudag 27. november
Kanst tú siga farvæl? (2:2)
184254
Mikudag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184234
Mikudag 27. november
Fólksins rødd 4:4 - teknmálstulkað
184221
Týsdag 26. november
Føroysk fiktión (2:5)
184205