Venjarin hjá kvinnulandsliðnum í hondbólti givin

Venjarin hjá kvinnulandsliðnum í hondbólti givin
Ágúst Jóhannsson, venjarin hjá kvinnulandsliðnum, og Hondbóltssambandið eru komin ásamt um at enda samstarvið. Grundin er koronavirusið
Ágúst Jóhannsson er ikki longur í starvi hjá HSF
Mynd: Ragnar A. Jacobsen  
 
06.05.2020 - 12:34

Hondbóltssamband Føroya og venjarin hjá kvinnulandsliðnum, Ágúst Jóhannsson, eru komin ásamt um at enda samstarvið. Korona-støðan hevur gjørt tað trupult hjá venjaranum at vera um landsliðið nú fyrireikingarnar til komandi HM-undankappingina skulu byrja í summar. Saman við Ágústi fer Sophus Dal Christiansen, hjálparvenjari, eisini úr starvi.

Tað skrivar Hondbóltssambandið. 

Nøgd við gongdina

Hondbóltssambandið sigur, at tey eru nøgd við gongdina undir Ágústið Jóhannsson, og ongar ítróttarligar grundir eru til, at samstarvið endar. Millum annað eydnaðist liðnum at vinna ein HM-undandyst móti Litava.

HSF fer nú undir at seta nýggjar venjarar og sigur, at tørvur er á einum venjara, sum skal vera búsitandi í Føroyum.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946