Grønlendingar herða eftirlitið við covid-19

bannari
Grønlendingar herða eftirlitið við covid-19
Nú skulu fólk kannast, áðrenn tey koma til Grønlands, og tá ið tey eru komin til landið
Henrik L. Hansen er landslækni í Grønlandi
 
04.05.2020 - 15:44


Frá í dag skulu øll, ið koma til Grønlands, kannast fyri COVID-19, áðrenn tey koma til landið, og tá tey eru komin til Grønlands.

Eingin nýggjur tilburður er staðfestur í fleiri vikur, og soleiðis skal tað eisini vera, ætla myndugleikarnir í Grønlandi, skrivar KNR.

Men samstundis er talið a fólki, sum hava fingið játtað innferðarloyvi - serliga orsakað av arbeiði - vaksið. Tí vilja myndugleikarnir hava fleiri og betri kanningar.

Tað merkir, at frá í dag er tað eitt krav, at ferðafólk verða kannað í Danmark, áðrenn tey fara til Grønlands, og at tey eisini verða kannað fimm dagar eftir at verða komin til landið.

- Smittuvandin økist, samstundis sum vit loyva fleiri ferðandi inn í landið. Tí herða vit nú eftirlitið, sigur Henrik L. Hansen, landslækni í Grønlandi, sambært KNR.

Tað verður framvegis eitt krav, at øll fólk, sum koma til Grønlands, fara í sjálvboðið sóttarhald.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Hósdag 17. apríl
Áður enn eg ljósið sá
190844
Mikudag 16. apríl
Mono - Passions Just LIke Mine (5:5)
190823
Mikudag 16. apríl
LEITISSTEIN 15.04.25
190811
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta
190846
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835
Týsdag 15. apríl
Veðrið
190770
Týsdag 15. apríl
Dagur og vika
190805
Leygardag 12. apríl
Sement 2025: 2.umfar (2:3)
190653