- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fólk skuldsett fyri harðskap í sambýli
Fólk skuldsett fyri harðskap í sambýli
Tilburðurin skal hava verið í Norðurøkinum fyri tveimum vikum síðani
01.05.2020 - 13:29
Eitt fólk er skuldsett fyri harðskap í einum sambýli í Norðurøkinum, sum er Eysturoy og Norðoyggjar.
Hetta skal vera hent fyri okkurt um tveimum vikum síðani.
Tað váttar leiðarinhjá løgregluni í Norðurøkinum, Jan Poulsen. Málið verður nú kannað.
Meira fæst ikki at vita um málið nú, millum annað hvør skal hava framt harðskapin.
Skuldsett er eftir mildari grein um harðskap í revsilógini, tað er grein 244.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV