SAS sigur 5.000 fólkum úr starvi

bannari
SAS sigur 5.000 fólkum úr starvi
Starvsfólk, sum eru eftir, fara fyribils niður í løn
 
28.04.2020 - 08:50

Norðurlendska flogfelagið, SAS, boðar í morgun frá, at felagið fer at siga 1.700 starvsfólkum í Danmark úr starvi. 

Í Svøríki verða 1.900 søgd úr starvi, og í Noregi 1.700. Tilsamans verða góð 5.000 søgd úr starvi.

- Tað er sera harmiligt, at vit eru noydd at tillaga arbeiðsmegina hjá okkum til minkandi eftirspurning, sigur Rickard Gustafson, forstjóri í SAS.

90 prosent send til hús

Eftir at koronu-farsóttin legði altjóða flogferðslu lamna, hevur SAS fyrr sagt, at 90 prosent av starvsfólkunum verða send til hús, tað svarar til 10.000 starvsfólk.

Í Danmark eru 4.000 av 4.200 starvsfólkum send til hús. 

Og eftir samráðingar við ymisku yrkisbólkarnar í felagnum, boðar SAS frá, at starvsfólk fara fyribils niður í løn. SAS sigur í tíðindaskrivi, at talið av uppsøgdum kann minka, um eftirspurningurin at ferðast veksur skjótari enn væntað. 

Felagið boðar kortini frá uppsøgnunum, tí starvsfólkini hava í miðal seks mánaðar uppsagnartíð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. februar
Morgunlestur mikudagur 12.februar 2025
186666
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497