Maðurin skuldsettur fyri manndráp

Maðurin skuldsettur fyri manndráp
Løgreglan handtók í morgun Tom Hagen, sum er maður Onnu-Eliabeth Hagen, ið hvarv í 2018
Anne- Elisabeth Hagen, sum hvarv í oktober í 2018
 
28.04.2020 - 09:31

Norska løgreglan handtók í morgun vinnulívsmannin, Tom Hagen, í sambandi við málið um konu hansara, Anne-Elisabeth Hagen, sum er horvin.

Hann er skuldsettur fyri manndráp, ella fyri at hava verið við til at fremja manndráp.

Løgreglan og hundar kanna í løtuni húsini hjá teimum Í Lørenskog og á arbeiðsplássinum hjá Tom Hagen.

Eingin hevur sæð ella frætt frá Anne Elisabeth Hagen síðani 31. oktober 2018. Tá hevði løgreglan longu kannað málið í fleiri mánaðir, áðrenn tað kom alment fram. 

Málið varð í fyrstu atløgu kannað sum eitt mál um burturflyting við kravi um upphædd fyri at lata hana leysa. Seinni varð høvuðsástøðið broytt til manndráp. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. februar
Morgunlestur mikudagur 12.februar 2025
186666
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497