Landsstýrið onga ætlan um kravt sóttarhald

bannari
Landsstýrið onga ætlan um kravt sóttarhald
Tey trý fólkini, sum eru staðfest smittað í Føroyum síðani 6.apríl, eru øll komin til Føroya við flogfari
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður
 
28.04.2020 - 10:34

Enn er einki lógaruppskot er á veg um kravt sóttarhald hjá teimum, sum koma til landið.

Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

Kravið um kravt sóttarhald veksur. 

Undirskriftir verða savnaðar í løtuni undir yvirskriftini setið eina lóg í gildi, sum loyvir tvungnum sóttarhaldi, og avtakið familjuhaldið.

Tey trý fólkini, sum eru staðfest smittað í Føroyum síðani 6.apríl, eru øll komin til Føroya við flogfari.

Einki krav

Tey fáa tilmæli um at fara í sóttarhald, tá tey koma til Føroya, men tað er ikki eitt lógarkrav at fara í sóttarhald.

Og tað verður heldur ikki eitt krav, sambært løgmanni.

Christian Andreasen í Fólkaflokkinum, sum er í samgonguni, mælir landsstýrinum til at krevja sóttarhald.

Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, sigur, at Tjóðveldi hevur boðað landsstýrinum frá, at Tjóðveldi mælir til at hava kravt sóttarhald.  
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Hósdag 17. apríl
Áður enn eg ljósið sá
190844
Mikudag 16. apríl
Mono - Passions Just LIke Mine (5:5)
190823
Mikudag 16. apríl
LEITISSTEIN 15.04.25
190811
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta
190846
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835
Týsdag 15. apríl
Veðrið
190770
Týsdag 15. apríl
Dagur og vika
190805
Leygardag 12. apríl
Sement 2025: 2.umfar (2:3)
190653