- Tíðindi, mentan og ítróttur
Umvæla høvuðsmotor á Smyrli
Umvæla høvuðsmotor á Smyrli
Korona-ferðaætlanin ger, at hetta er lagaliga løtan at umvæla motorin, sigur rakstrarleiðarin á Strandferðsluni
27.04.2020 - 09:02
Smyril siglir í løtuni við skerdari orku, tí ein av høvuðsmotorunum verður umvældur.
Ætlanin var ikki at gera hetta arbeiðið nú, men korona-ferðaætlanin ger, at nú er lagaliga løtan, sigur Jóhan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðari hjá Strandfaraskipum Landsins.
Arbeiðið at yvirhála hendan høvuðsmotorin verður eftir ætlan liðugt sunnudagin 3. mai. Tá kann Smyril aftur sigla við fullari megi.
Hetta er samtundis seinasta yvirhálingin í hesum umfarinum, og tí kunnu ferðafólk gleðast um, at tað gongur rímiliga rúm tíð til næstu yvirháling av hesum slagnum, sigur Jóhan Petur Abrahamsen.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV