- Tíðindi, mentan og ítróttur
Íslendingar skjóta heldur ikki hval í ár
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/hvalabatur.png?itok=KgBQ_ARz)
Íslendska partafelagið Hvalur fer ikki at skjóta hval í summar, annað árið á rað.
Nú japanski marknaðurin svíkur, og tað er trupult at sleppa av við tvøstið, hava íslendsku hvalabátarnir sagt frá sær rættin at skjóta hval eisini í ár.
Japanskir myndugleikar stuðla vørum frá japansku hvalaveiðifeløgunum, og tí er torført hjá Íslandi at kappast í Japan við prísirnar har.
Kristján Loftsson, stjóri í p/f Hvali, sigur við Morgunblaðið, at samanborið við Japan, 0eru strangari og dýrari krøv í Íslandi, tá tvøst verður kannað.
P/f Hvalur er einasta hvalaveiðifelag í Íslandi.
Korona
Koronufarsóttin og kravið um m.a. frástøðu gera eisini, at partafelagið heldur ikki hevði kunnað skorið stórhvalin upp.
Nú 2020 verður annað árið á rað, at eingin stórhvalaveiða verður, sigur Kristján Loftsson, at tey framvegis kanna nýggjar møguleikar at gera vørur úr stórhvalatvøsti. Tvøstið inniheldur nógv jarn, og er gott til fólk við blóðmangli, og tvøstið fitar heldur ikki, skrivar Morgunblaðið.
Spik og hvalabein kunnu eisini nýtast til at gera stívilsi til medisinsk endamál og í matvøruframleiðslu.
Loyvt er at skjóta 200 nebbafiskar og 200 sildrekar um árið.
Í 2018 vórðu 146 nebbafiskar og 6 sildrekar skotnir.