- Tíðindi, mentan og ítróttur
Boris Johnson aftur til arbeiðis
Boris Johnson aftur til arbeiðis
Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, fer í morgin aftur til arbeiðis eftir, at hann fyri einum mánaða síðani varð smittaður av korona.
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/boris_johnson_0.jpg?itok=SDyCHTrG)
26.04.2020 - 15:34
Tað var tann 27. mars, at tað kom fram, at Boris Johnson var vorðin smittaður, og tíðliga í apríl var støðan vorðin so mikið álvarslig, at hann varð innlagdur til intensiva viðgerð í trý samdøgur. Boris Johnson varð útskrivaður av sjúkrahúsi tann 12. apríl, men hevur ikki havt orku til at røkja starvið sum forsætisráðharri fyrr enn nú. Í staðin hevur hann seinastu tíðina roynt at styrkt seg í frítíðarbústaðnum Chequers.
Men frá í morgin er bretski forsætisráðharrin tøkur aftur i Downing Street nummar 10.
Uttanríkisráðharrin, Dominic Raab, hevur verið virkandi forsætisráðharri í Bretlandi, meðan Boris Johnson hevur verið sjúkur.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV