- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fleiri brot á lógirnar
Fleiri brot á lógirnar
Rúsevnislógin, arbeiðsverndarlógin og vápnalógin verða oftari brotnar nú tey seinastu árini
23.04.2020 - 11:43
Brotini á rúsevnislógina, sum blivu avdúkað, vóru stívliga 50 um árið fyri 20 árum síðani. Tey vóru 119 í fjør.
Vápnalógin varð brotin, tað politiið veit um, bara eina ferð í 2010. Í fjør vórðu 45 brot staðfest.
Arbeiðsverndarlógin verður eisini oftari brotin nú. Tey vóru 36 í 2001 og í 2002. Síðani fóru tey niður í tíggju um árið árini 2004 til 2010. Men nú eru tey fleiri, 15 um árið.
Hagstovan hevur eisini tøl um fongslað og varðhaldsfongslað í hesi øldini. Tey vóru millum 100 og 150 um árið fýra tey fyrstu árini eftir aldarskiftið. Men síðani er talið minkað støðugt, og tað var 60 í fjør.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV