- Tíðindi, mentan og ítróttur
Annarhvør fraklendingur arbeiðsleysur
Annarhvør fraklendingur arbeiðsleysur
Umleið helvtin av arbeiðsfjøldini í Fraklandi er rakt av arbeiðsloysi
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/matstova-paris.jpg?itok=mlfa6Q4K)
Ein maður uttan fyri Les Deux Magots-kaffistovuna í París sunnudagin 15. mars. Nú eru 90 prosent av øllum starvsfólkunum í matstovuvinnuni í Fraklandi koyrd til hús
Mynd: AP
23.04.2020 - 08:55
Í Fraklandi eru nú fleiri enn 10 milliónir fólk heilt- ella lutvíst arbeiðsleys. Sambært The Guardian svarar hetta til umleið helmingin av fronsku arbeiðsfjøldini.
Tey fáa sostatt endurgoldið part av teirra løn frá franska statinum, í eini líknandi skipan sum koronaskipanin hjá ALS her í Føroyum.
Umleið 60 prosent av øllum fyritøkum í Fraklandi hava koyrt fólk heilt, ella partvís niður í tíð, vegna koronakreppuna.
Tað er serliga byggi-, hotel- og matstovuvinnan í Fraklandi, sum er hart rakt. Har eru ávikavist 93 og 90 prosent av starvsfólkunum koyrd til hús.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV