- Tíðindi, mentan og ítróttur
Revsilógarmálini fækkað meir enn eina helvt
Antin skikka fólk sær betur nú, ella verða færri brotsverk fráboðað. Revsilógarmálini eru fækkað meir enn eina helvt seinastu 12 árini, úr 1.100 í 2007 til eini 500 í fjør.
Minkingin er stór á flestu økjum, uttan viðvíkjandi siðamisbrotum, sum eru vorðin nøkur fleiri. Hetta vísa yvirlit um virksemið hjá løgregluni
Serliga eru málini um herverk færri nú. Tey plagdu at vera 400 um árið, men eru nú stívliga 100. Innbrot og stuldur eru eisini færri í yvirlitinum. Talið er farið úr 475 um árið niður í 150.
Fleiri siðamisbrot
Harðskapsmálini eru eisini færri, men ikki so nógv færri sum hini. Harðskapsmálini vóru 80 til 90 um árið fyrst í hesi øldini. Tey eru nú millum 70 og 80.
Men siðamisbrotini eru vorðin fleiri nú. Ein ábending um gongdina er, at tey vóru 21 í 2017 og 33 í 2019, skrivar Hagstovan, sum hevur kunngjørt tølini hjá løgregluni.
Eitt annað revsilógarøki við fáum fráboðanum er ónáðan og ærumeiðing, sum øll hesi 20 árini, sum farin eru av øldini, hevur ligið millum 30 og 60 mál árliga.