- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hundar leita eftir koronusmittuni
Í Bretlandi arbeiðir ein bólkur av granskarum frá London School of Hygiene and Tropical Medicine, og felagsskapurin Medical Detection Dogs, saman, um at venja upp servandar hundar, soleiðis at teir kunnu hjálpa í stríðnum móti koronufarsóttini, sum herjar um allan heim.
Endamálið er, at hundurin skal kunnu lukta, um ein persónur er smittaður av virusinum ella ikki. Servandir hundar eru fyrr nýttir til at lukta og finna aðrar medisinskar diagnosur sum diabetes, parkinson, malaria og enntá eisini krabbamein.
- Arbeiðiði hjá okkum fyrr hevur víst, at hundar kunnu finna lukt frá fólki við malaria neyvt, sigur James Logan, professari, í tíðindaskrivi, sambært CBS.
Logan vísur á, at langt er eftir á mál, og fyribils vita granskararnir ikki, um virusið hevur ein serliga lukt.
- Men vit vita, at aðrar sjúkur í andingarleiðini broyta kropsluktin hjá okkum, og tí er møguleiki fyri, at hendan eisini ger tað, sigur Logan.
Riggar hetta, vænta granskararnir, at hundarnir kunnu brúkast í kanningararbeiðnum, sum longu er í gongd, og at tey kunnu lukta upp í 250 fólk um tíman.
- Í roynd og veru, so eru vit vís í, at hundarnir kunnu lukta seg fram til covid-19, sigur Claire Guest, doktari, og stovnari av Medical Detection Dogs.
Sambært granskarunum, kunnu hundarnir eisini uppdaga broyting í kropshitanum hjá fólki. Tað merkir, at teir kunnu siga, um onkur hevur fepur. Mælt verður tí til, at hundarnir verða brúktir til ferðafólk í floghavnum fyri at eyðmerkja, um persónarnir, sum koma til landið, hava fepur ella ikki.