- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hey Jude-tekstur seldur fyri seks milliónir
Hey Jude-tekstur seldur fyri seks milliónir
Hondskrivaði teksturin hjá Paul McCartney til Beatles-hittið, Hey Jude, varð seldur á uppboðssølu, nú 50 ár eru síðan bólkurin gavst
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/beatles_0.jpg?itok=bvwQ0gke)
11.04.2020 - 10:17
Teksturin til The Beatles stórhittið, Hey Jude, sum Paul McCartney skrivaði við hond í einum upptøkuhøli í 1968, varð í gjár seldur fyri 910.000 dollarar á eini uppboðssølu í New York, skrivar Danmarks Radio.
Tað svarar til umleið 6,2 milliónir krónur.
Uppboðssølan varð hildin, tí tað í gjár vóru júst 50 ár síðan, at teir fýra beatlarnir fóru hvør til sítt. 250 lutir vórðu seldir á uppboðnum, sum var á netinum.
Millum hinar lutirnar, sum vórðu seldir, var ein tekning hjá John Lennon og Yoko Ono, sum fór fyri 94.000 dollarar, og eitt øskubikar hjá trummuspælaranum, Ringo Star, sum varð selt fyri góðar 32-túsund dollarar.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV