Eitt Sojuz-rúmdarfar skotið út í rúmdina í morgun

Eitt Sojuz-rúmdarfar skotið út í rúmdina í morgun
Tríggir astronautar vóru umborð, tá tað í morgun skotið út frá rúmdarmiðstøðini í Bajkonur í Kasakstan
Teir tríggir rúmdarmenninir svaraðu ígjárkvøldið spurningum frá journalistum
Mynd: ap-tíðindastovan  
 
09.04.2020 - 16:04

Sojuz-rúmdarfarið hevur kós móti altjóða rúmdarstøðini, ISS.

Kosmonautarnir, Anatolij Ivanisjin og Ivan Vagner, frá russiska rúmdarstovninum Roscosmos, og Chris Cassidy frá amerikanska rúmdarstovninum Nasa, vórðu skotnir út klokkan 9.05 í morgun føroyska tíð.

Vanliga manngongdin, áðrenn rúmdafør verða skotin út, var ikki fylgd í morgun orsakað av koronasmittuni. Tá plaga manningin at hitta fjølmiðlar og biðja familju og vinum farvæl. Soleiðis var ikki í morgun. Manningin svaraði spurningum frá journalistum í gjár við telduposti.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. februar
Morgunlestur mikudagur 12.februar 2025
186666
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497