Tveir tíðindafundir í morgin um at lata uppaftur

bannari
Tveir tíðindafundir í morgin um at lata uppaftur
Fyrrapartin í morgin fæst at vita, hvørji stig landsstýrið fer at taka í sambandi við at lata samfelagið spakuliga upp eftir páskir
 
07.04.2020 - 17:52

Tað boðar løgmansskrivstovan frá. 

Klokkan 10 í morgin verður tíðindafundur, har Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, Bjarni á Steig, yvirlækni og ráðgevi hjá Heilsumálaráðnum, og Michael Boolsen, fúti, kunna um stigini, sum eftir ætlan verða tikin eftir páskir. 

Meiri kunning

Og ein tíðindafundur aftrat verður í morgin, - hann verður seinnapartin klokkan 2. Tá fer Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, saman við umboðum fyri dagstovnaøkið og skúlaverkið at kunna um, hvussu dagstovnar og skúlar lata uppaftur, og á hvønn hátt tað verður gjørt. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 27. februar
Góðan morgun Føroyar
188367
Hósdag 27. februar
Morgunlestur hósdagur 27. februar 2025
187867
Mikudag 26. februar
Skratsj 26. februar 2025
188341
Mikudag 26. februar
Mono - Føroyskar perlur (3:4)
188335
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. februar
DOKO1423 - teknmálstulkað
188375
Hósdag 27. februar
Morgunkórið
188372
Mikudag 26. februar
Ein søga um 45 ár
188344
Mikudag 26. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188292
Týsdag 25. februar
Veðrið
188278