Óvist um allir dystirnir verða spældir

bannari
Óvist um allir dystirnir verða spældir
Lata hondbóltshallirnar ikki upp fyri 14. mai, verða eingir dystir spældir afturat hetta kappingarárið
 
07.04.2020 - 13:53

Føroyskur hondbóltur hevur ligið stillur í næstan ein mánað. Í Hondbóltssambandinum hava tey enn vón um at fullføra kappingarnar í bestu kvinnu- og mansdeildini.

Men um tær føroysku hondbóltshallirnar ikki lata upp fyri 14. mai, verða eingir hondbóltsdystir afturat spældir hetta kappingarárið.

Arbeiða við trimum møguleikum

Hondbóltssamband Føroya arbeiðir í løtuni við trimum ymiskum møguleikum og tíðarrammum, alt eftir nær feløgini sleppa inn í hallirnar aftur.

Um hondbóltshallirnar í Føroyum lata upp í apríl mánað, verður ikki stórvegis broyting í kappingarleistinum. 

Men hendir tað, at feløgini ikki sleppa inn í hallirnar fyrr enn í mai mánað, verða størri broytingar, sigur Gunn Ellefsen, forkvinna í Hondbóltssambandi Føroya.

Feløgini eru spurd

Tað kann sostatt enda við, at føroyska hondbóltskappingin skal avgreiðast upp á eitt vikuskifti síðst í mai. Enn er tó óvist, hvussu hetta verður lagt tilrættis, sigur Gunn Ellefsen.

Føroysku hondbóltsfeløgini hava verið við til at avgera, hvussu endin á kappingarárinum skal verða. Og forkvinnan í HSF væntar eina breiða semju, tá endaliga avgerðin verður tikin.

Feløgini fáa tvær vikur at fyrireika seg í, frá tí at hallirnar lata upp, til fyrsti hondbóltsdysturin verður spældur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. januar
Jambalaja - 250125
186859
Leygardag 25. januar
Vikan 25. januar 2025
186848
Leygardag 25. januar
Upp á tá - 240125
186847
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519