- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ákæra verður ikki reist
Løgreglan fer hvørki at kanna Landsverk og starvsfólk hjá Landsverki í málinum, har Heðin Mortensen, fyrrverandi landsstýrismaður í samferðslumálum, meldaði stovnin og starvsfólk fyri embætismisnýtslu í sambandi við Glasirbyggingina og H-bygningin á Landssjúkrahúsinum.
Tað boðar fútin frá í dag. Fútin metur ikki, at grundarlag er fyri at fara undir kanningar í málinum, tí ongin grundaður mistanki er um, at nakað revsivert er farið fram.
Fútin grundgevur millum annað við at siga, hóast leiðireglurnar fyri bókhaldi í SEYF-skipanini og fíggjarstýringsskjalinum ikki vórðu fylgdar, so var hetta ikki í sær sjálvum ein revsiverd embætismisnýtsla.
Vistu um "trupulleikar" longu í 2015
Onki bendi á, at hetta var gjørt við tí fyri eyga at halda upplýsingum aftur; hvørki miðfyrisitingini ella politisku skipanini.
Fútin sigur eisini, at tað er við í metingini, at Samferðslumálaráðið longu í 2015 var vitandi um trupulleikar í samband við byggiverkætlanina í Marknagili.
Fútin sigur tó, at hóast ákæruvaldið ikki reisur ákæru, kann Fíggjarmálaráðið, sum nú umsitur Landsverk, leggja málið um endurgjald fyri í Føroya Rætti.
Tað var 20. mai í fjør, at táverandi landsstýrismaður í samferðslumálum, Heðin Mortensen, bað løgregluna kanna, um embætismisnýtsla var farin fram í sambandi við byggiverkætlanirnar í Marknagili og á Landssjúkrahúsinum.