- Tíðindi, mentan og ítróttur
Danmark: Fleiri skulu kannast
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/danmark_folkatingid_keypmannahavn.jpg?itok=SDJkN5X8)
Danskir myndugleikar fara skjótt at kanna fleiri fólk fyri korona, skrivar Danmark Radio. Tað hendir aftaná, at danska heilsustýrið hevur broytt leiðreglurnar fyri, hvør kann kannast.
Í gjár blivu 2.324 danir kannaðir fyri korona, men við nýggju leiðreglunum vóna myndugleikarnir, at fleiri enn 15.000 verða kannað um dagin eftir páskir.
– Eg vænti, at vit longu hesa vikuna kunnu kanna fleiri enn 5.000, meðan vit í næstu viku kunnu kanna 10.000, áðrenn tað verður 15.000 aftaná páskir, sigur Helene Probst, deildarleiðari fyri ráðlegging í Heilsustýrinum við DR.
Nýggju leiðreglurnar gera tað møguligt hjá kommunulæknum at senda fólk, ið hava veik sjúkueyðkenni, til kanningar. Tilsamans eru 27.109 fólk kannað fyri korona í Danmark.