Danir sleppa kanska í kirkju á páskum kortini

Danir sleppa kanska í kirkju á páskum kortini
Joy Mogensen, danski menta- og kirkjumálaráðharrin, arbeiðir í løtuni við eini slíkari ætlan
Danir sleppa møguliga kortini í kirkju á páskum
 
01.04.2020 - 15:49

- Páskirnar eru týdningarmesta høgtíðin í árinum hjá kirkjum. Fyri nógvar danskarar hevur tað stóran týdning at kunnu hátíðarhalda páskaboðskapin í felagsskapi við øðrum, skrivar Joy Mogensen, danski menta- og kirkjumálaráðharrin í eini tíðindaskrivi, og leggur aftrat:

- Tað hevði verið harmiligt, um allar kirkjur vóru stongdar á páskum uttan nakran møguleika fyri at halda tær. Ikki minst í einari tíð, tá danir í serligan mun søkja eftir felagsskapi og meining, skrivar Joy Mogensen. 

Júst hvussu hetta letur seg gera er enn ikki avgjørt, men ger kirkjumálaráðharrin greitt, at tað verður undir tryggum og skipaðum umstøðum.

Kirkjurnar og samkomur í Danmark hava síðan 11. mars verið stongd fyri almenninginum, meðan roynt verður at basa koronasjúkuni. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Hósdag 17. apríl
Áður enn eg ljósið sá
190844
Mikudag 16. apríl
Mono - Passions Just LIke Mine (5:5)
190823
Mikudag 16. apríl
LEITISSTEIN 15.04.25
190811
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta
190846
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835
Týsdag 15. apríl
Veðrið
190770
Týsdag 15. apríl
Dagur og vika
190805
Leygardag 12. apríl
Sement 2025: 2.umfar (2:3)
190653