- Tíðindi, mentan og ítróttur
Trump: Deyðatalið størst um tvær vikur
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/donald_trump.jpeg?itok=9ZrYj0uf)
Dagliga deyðatalið í USA orsakað av koronavirusinum verður hægst um tvær vikur. Tað segði Donald Trump á tíðindafundi í gjárkvøldið, sambært tíðindastovuni, AFP, har forsetin kunnaði um støðuna viðvíkjandi korona.
Sambært lærda háskúlanum, John Hopkins, doyðu 518 fólk av koronavirusinum í USA seinasta samdøgrið.
Tað er størsta talið í USA higartil. Tilsamans eru 2.409 fólk deyð av virusinum og yvir 136.000 eru smittað, skrivar DR.
Tiltøkini longd til 30. apríl
Donald Trump segði, at tiltøkini, sum eru sett í verk fyri at tálma koronasmittuni, verða longd til 30. apríl. Hann hevur fyrr sagt, at tey skuldu steðgast á páskum.
– Um vit halda deyðatalinum onkrastaðni millum 100 og 200.000, hava vit gjørt eitt gott arbeiði, segði Donald Trump sambært tíðindastovuni Reuters.
Amerikanska heilsumálaráðið sigur, at næstan 900.000 fólk í landinum eru kannað higartil.