- Tíðindi, mentan og ítróttur
Rúni Joensen í nevndina í Suðuroyar sparikassa
Rúni Joensen í nevndina í Suðuroyar sparikassa
Nýggjur nevndarlimur skal veljast fyri Óla Holm, sum hevur borið seg undan afturvali
30.03.2020 - 11:53
Á aðalfundi hjá Suðuroyar sparikassa í dag er ætlanin at velja Rúna Joensen, advokat í Havn, í nevndina í staðin fyri Óla Holm í Vági, sum ber seg undan afturvali.
Nevndin mælir til at velja Rúna Joensen.
Nevndin mælir eisini til, at samsýningin til nevndarlimir verður óbroytt.
Formaðurin fær 100.000 kr. um árið, næstformaður 75.000 kr. og hini í nevndini fáa 50.000 kr.
Nevndin verður ikki í høvuðssætinum hjá bankanum í Vági, tá aðalfundurin verður.
Og partaeigarar, sum hava teknað seg til aðalfundin, eru bidnir um at greiða brævatkvøðu í staðin fyri at koma á fundin.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV