- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ben Arabo nevndarformaður í BankNordik
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/ben_arabo.jpg?itok=gUYV0wP_)
Ben Arabo er nú nevndarformaður í BankNordik.
Hann varð valdur í nevndina á aðalfundinum í gjár, og eftir aðalfundin skipaði nevndin seg.
Ben Arabo er formaður, og John Henrik Holm er næstformaður. Barbara Pállsdóttir Vang var næstforkvinna.
Hini í nevndini, umframt formannin og næstformannin, eru Hans Arni Bjarnason Thomsen, sum er nývaldur, Barbara P. Vang, Jógvan Jespersen, Gunnar Nielsen, starvsfólkini hava valt Kenneth M. Samuelsen og Dan Rasmussen, og Alexandur Johansen umboðar samtakið í nevndini.
Danin, Kim Jacobsen, var í nevndini, men uppskot var ikki um at velja hann aftur.
Ben Arabo hevur verið stjóri í Betri-samtakinum.
Stine Bosse, sum hevur verið forkvinna í nevndini seinastu fimm árini, boðaði frá, at hon tók ikki við afturvali.
Aðalfundurin í gjár samtykti ikki at lata vinningsbýti fyri 2019. Annars var ætlanin at lata partaeigarunum 67,2 mió. kr. í vinningsbýti.