16 ára gomul genta deyð av covid-19 í Fraklandi

bannari
16 ára gomul genta deyð av covid-19 í Fraklandi
Frá mikudegnum og til í gjár doyðu 365 fólk í Fraklandi orsakað av korona, og 16 ára gamla genta var ein teirra
 
27.03.2020 - 11:42

Gentan hevði onga aðra sjúku, skrivar franska tíðindastovan, AFP.

Frá mikudegnum og til í gjár doyðu 365 fólk í Fraklandi orsakað av covid-19, og 16 ára gamla genta var ein teirra, - hon doyði í Paris, upplýsir heilsstjórin, Jerome Salomon.

- Hetta er ræðuligt. Vit skuldu bara liva eitt valigt lív, sigur mamman, Sabin, við AFP.

Hon greiðir frá, at dóttirin, sum franskir miðlar hava nevnt, Julie A, fyri einari viku síðani fór at hosta. Leygardagin tivaði hon, og varð løgd inn á sjúkrahús og kannað fyri covid-19. Gentan versnaði, og hósdagin varð andlátið kunngjørt. 

16 ára gamla gentan hevði onga aðra sjúku.

- Frá byrjan av fingu vit at vita, at sjúkan var ikki vandamikil fyri ung fólk. Og vit trúu tí, eins og øll onnur, sigur mamman.

Í Fraklandi eru tilsamans 1.698 deyð eftir at verða smittað av koronavirus. Meira enn 29-túsund eru smittað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (2:5)
191228
Mikudag 30. apríl
LEITISSTEIN 29.04.2025
191213
Mikudag 30. apríl
KÍ og NSÍ eru í klassa fyri seg
191209
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114