- Tíðindi, mentan og ítróttur
Málið um summarhúsini í Saksun dregur út
Málið um summarhúsini í Saksun dregur út
Ástaðarfundur skuldi verða í síðstu viku, men korona forðaði fyri tí
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/vlcsnap-2020-02-21-09h47m32s759.png?itok=Bm3QLTSW)
26.03.2020 - 14:35
Málið um summarhúsini, sum skuldu byggjast í Saksun, er ikki avgreitt í Yvirfriðingarnevndini enn.
Ástaðarfundur, altso fundur í Saksun, skuldi vera í síðstu viku. Men hann varð av ongum, og eisini her er korona orsøkin.
Nær fundurin so verður, dugir formaðurin í Yvirfriðingarnevndini, Henrik Møller, ikki at siga.
Men málið kann ikki avgreiðast uttan at hava ástaðarfund, sigur hann.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV