- Tíðindi, mentan og ítróttur
Svenski herurin byggir sjúkrahús
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/stockholm.jpg?itok=VDTEnFCc)
30 intensivpláss verða í sjúkrahúsinum, sum verður bygt í Stokkholmi og 20 í Gøteborg, og sannlíkt er, at tørvur verður á fleiri plássum, skrivar svenska kringvarpið.
Starvsfólk hjá svensku verjuni hava ábyrgd av rakstrinum, og skulu læra heilsustarvsfólk at brúka útgerðina hjá verjuni. Starvsfólkini koma frá sivilu sjúkrahúsunum.
Tað fyrsta klárt longu í vikuni
Flytføra sjúkrahúsið í Gøteborg er klárt at taka í nýtslu síðst í hesi vikuni, og í Stokkholmi um einar tvær vikur. Hetta er liður í svensku tilbúgvingini at verða fyrireikað tá smittukurvan veksur í Svøríki.
Sambært framrokningum hjá svenska Fólkaheilsumyndugleikanum, fara væntandi einir 250 persónar bara í Stokkholmi at hava tørv á intensivari sjúkrahjálp.
Tilsamans í øllum Svøríki fara 500 til 1.000 persónar at hava tørv á intensivari sjúkrahjálp. Nær tað verður er ógreitt, sigur ríkisepidemilogurin, Anders Tegnell, á tíðindafundi í gjár.