- Tíðindi, mentan og ítróttur
PET: Føroyingar kunnu ávirkast at fremja yvirgang
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/pet_0.png?itok=MsL1NvAi)
Fólk eru í Føroyum, sum yvirgangsatsóknir og islamisk ella víðgongd politisk propaganda kunnu ávirka til at fremja yvirgang.
Tað stendur í nýggjastu frágreiðingini hjá Center for Terroranalyse, sum PET, fregnartænastan hjá løgregluni í Danmark, hevur kunngjørt.
Fólk, sum eru sálarveik til dømis, kunnu blíva ávirkað til at fremja harðskap, sum verður mettur at vera yvirgangur. Fólk, sum taka undir við hernaðarligari islamismu, kunnu eisini verða ávirkað.
Eisini í Føroyum brúka fólk sosialu miðlarnar til at hótta onnur og spilla fólk út.
Hesar útspillingar kunnu ávirka fólk, sum eru løtt at ávirka, til at fremja ideologiskan harðskap.
Einstøk politisk mál, so sum djóravælferð, kunnu fáa føroyingar ella fólk, sum koma til Føroya, at fremja yvirgang, sigur Center for Terroranalyse.