- Tíðindi, mentan og ítróttur
Útgongubann í India: 1,3 milliardir fólk ikki út
Útgongubann í India: 1,3 milliardir fólk ikki út
Forsætisráðharrin í næstfólkaríkasta landinum í heiminum hevur lýst útgongubann at vera í tríggjar vikur
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/india_ap.png?itok=BZ8DL8go)
Fullkomið útgongubann verður nú sett í verk í India í tríggjar vikur
Mynd: AP
24.03.2020 - 15:53
Forsætisráðharrin í India, Narendra Modi, sigur í eini sjónvarpsrøðu, at útgongubann nú verður sett í verk, til tess at forða fyri, at koronavirus breiðir seg, skrivar Ritzau.
Útgongubannið kemur í gildi á midnátt. Talan verður um eitt fullkomið útgongubann, har eingin sleppur at ferðast uttan fyri heimið hjá sær næstu tríggjar vikurnar.
Forsætisráðharrin í landinum hevur ávarað um, at landið verður sett 20 ár aftur í tíðina, um fólk ikki virða lýsta útgongubannið, skrivar DR.
Higartil eru 482 tilburðir við koronavirusinum staðfestir í India, og níggju fólk eru deyð. Tað búgva meira enn 1,3 milliardir fólk í India.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV