1000 fólk kosta ALS 22 mió. kr. um mánaðin

bannari
1000 fólk kosta ALS 22 mió. kr. um mánaðin
Hjálparpakkin hjá landsstýrinum, sum løgtingið samtykti í gjár, kom í gildi 12.mars, og er galdandi til 30.juni.
Hjálparpakkin kann fara at kosta ALS nógvar pengar
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
19.03.2020 - 09:26

Tað fer at kosta ALS nógvar milliónir krónur at skulu geva fólki løn, sum eru send til hús, men ikki eru uppsøgd.

Fáa til dømis 1000 fólk fult gjald úr ALS, kostar tað 21,6 mió. kr. um mánaðin.

Hjálparpakkin hjá landsstýrinum, sum løgtingið samtykti í gjár, kom í gildi 12.mars, og er galdandi til 30.juni.

Hann kostar tí ALS 75,6 mió. kr., um 1000 fólk fáa fult ískoyti.

Av tí at fiskimenn nú eisini fáa pengar frá ALS, er avrátt, at Trygdargrunnur fiskivinnunar rindar ALS fyri teir.

Dagpengar eisini við

Dagpengarnir eru eisini í hjálparpakkanum.

Um vit aftur her taka 1000 fólk, sum fáa fullan dagpening, kostar hetta landskassanum 60 til 65 mió. kr. hetta til 30.juni.

Fólk, sum fáa fullan dagpening, fáa 20.000 til 22.000 kr. um mánaðin, tá arbeiðsmarknaðargjøld og eftirlønargjald eru tald við.  

Harafturat kemur, at land og kommunur missa skatt.

Almannamálaráðið sigur, at uppskotið tryggjar, at skattainntøkurnar hjá landi og kommunum í ein ávísan mun verða varðveittar, hóast virksemið í samfelagnum minkar nógv.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. februar
Morgunlestur mikudagur 12.februar 2025
186666
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369