Mælir til at avmarka ferðing til Schengen-lond

bannari
Mælir til at avmarka ferðing til Schengen-lond
Uppskotið hjá forkvinnuni í ES-nevndini kemur til viðgerðar á eini videoráðstevnu í ES í morgin
Ursula von der Leyen er forkvinna í ES-nevndini
 
16.03.2020 - 15:49

ES-nevndn skjýtur nú upp, at tað skal ikki verða loyvt at ferðast til lond, sum eru í Schengen-samstarvinum. Skotið verður upp, at forboðið verður galdandi í ein mánað, men at tað kan verða longt, gerst tað neyðugt.

Forkvinnan í ES-nevndini, Ursula von de Leyen, sigur, at tað skal framvegis bera til at ferðast ótarnað millum Schengen-lond.

- Tess minni ferðing, tess skjótari kann virusið avmarkast, sigur hon.

Á henda hátt ber til at verja seg fyri, at virusið ikki breiðir seg, og samstundis tryggja vit okkum, at vørur koma fram, skrivar forkvinnan í ES-nevndini á Twitter.

Undantøk

Hon mælir tó til, at undantøk verða gjørd. Tey skulu galda fyri fólk, sum hava búð í ES í longri tíð, skyldfólk hjá ES-borgarum, diplomatar, læknar og granskarar, sum royna at finna loysnir á kreppuni.

Allir ES-borgarar skulu framvegis kunna ferðast í ES-londum, skrivar Ritzau.

ES-leiðararnir skulu góðkenna uppskotið, sum kemur til viðgerðar á einari video-ráðstevnu millum ríkis- og stjórnarleiðararnar í ES í morgin.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Hósdag 17. apríl
Áður enn eg ljósið sá
190844
Mikudag 16. apríl
Mono - Passions Just LIke Mine (5:5)
190823
Mikudag 16. apríl
LEITISSTEIN 15.04.25
190811
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta
190846
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835
Týsdag 15. apríl
Veðrið
190770
Týsdag 15. apríl
Dagur og vika
190805