Løgreglan vil forða útlendingum til Føroya

bannari
Løgreglan vil forða útlendingum til Føroya
Øll ferðandi kunnu vænta at verða biðin um at vísa samleikaprógv, sigur løgreglan, sum hevur sett fyribils innferðareftirlit í verk.
 
16.03.2020 - 06:49

Eitt fyribils innferðareftirlit við ferðandi til Føroya er sett í verk.

Tað boðar løgreglan frá í morgun.

Innferðareftirlitið av ferðandi, ið koma til Føroya, er sett í verk fyri at steðga møguligum útlendingum, sum ikki hava lógliga heimild at ferðast inn í danska Kongaríkið.

Hetta verður gjørt fyri at steðga Covid-19 í at spjaða seg. Øll ferðandi kunnu vænta at verða biðin at vísa samleikaprógv, stendur í skrivinum frá løgregluni.

Forboðið er ikki fevnt av íbúgvum í danska Kongaríkinum. Tað vil siga, at danir og grønlendingar kunnu sleppa til Føroya.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389
Hósdag 27. februar
DOKO1423 - teknmálstulkað
188375
Hósdag 27. februar
Morgunkórið
188372
Mikudag 26. februar
Ein søga um 45 ár
188344