- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fyrsti corona-tilburður í Grønlandi
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/dok01253_0002.jpg?itok=_oL7CcHZ)
Coronasmittan er nú eisini staðfest í Grønlandi. Tað hevur Kim Kielsen, landsstýrisformaður, upplýst á tíðindafundi í dag, skrvar KNR.
– Tað var væntandi. Smittaði persónurin hevur verið í vandaøki, og hevur verið í sóttarhaldi, síðani viðkomandi kom til Grønlands, upplýsir Henrik L. Hansen, landslækni í Grønlandi, sambært KNR.
Smittaði persónurin býr í Nuuk. Húskið hjá viðkomandi var frammanundan í sóttarhaldi, og tey verða verandi í sóttarhaldi næstu 14 dagarnar.
25 fólk kannað
Umleið 25 fólk eru kannað fyri coronasmittu, og úrslitið av kanningini verður væntandi greitt í morgin. Fleiri verða kannað fyri corona.
9. mars vóru trý fólk, sum komu úr Danmark til Grønlands við flogfari, kannað, tí illgruni var um, at tey vóru smittað. Men royndirnar vistu, at tey vóru ikki smittað.
11. mars vóru trý fólk aftrat kannað fyri corona í Grønlandi, men tey vóru heldur ikki smittað.