- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fróðskaparsetrið setir strong tiltøk í verk
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/froskaparsetrid_filename_number_suffix-2.jpg?itok=TDdyiUGf)
Í langa tíð hava spritt, leiðbeinandi plakatir um at vaska sær um hendurnar og upplýsingar um Corona-virus annars sett dám gerandisdagin á Fróðskaparsetri Føroya. Men støðan broytist frá degi til dags.
Leiðslan á Setrinum boðar nú frá nýggjum og herdum tiltøkum í eini roynd at forða fyri, at smitta við covid-19 skal breiða seg.
- Tiltøkini, sum vit nú seta í verk, eru rættiliga strong, men neyðug, tí vit kenna vandan við einki at gera. Vit mugu gera okkara part at hjálpa til, so tamarhald er á virussinum í Føroyum, sigur Chik Collins, rektari, við Kringvarpið.
Seinnapartin í gjár boðaði hann starvsfólki og studentum frá, at so at siga øll onnur viðurskifti kunnu bíða, tí smittuforðandi tiltøkini hava allarfremstu raðfesting á Fróðskaparsetrinum nú.
Fjarlestur
Nú er fremsta raðfestingin á Setrinum at stuðla studentunum at fáa sína undirvísing í tí torføru støðu, sum coronavirusið skapar. Øll starvsfólk hava fingið boð um, at fjarlestur nú skal fáast at virka, har tað ber til - í øllum førum til 14. apríl.
Øll arbeiðsørindi uttanlands, til 20. apríl, verða eisini avlýst, og virksemi, sum savnar nógv folk, verður somuleiðis avlýst ella útsett. Eisini stendur starvsfólki í boði at arbeiða heimanífrá, um tað ber til.
- Sum týdningarmikil og stórur stovnur í Føroyum er tað okkara skylda at seta tiltøk í verk, sum byggja á vitan. Vit gera hetta ikki av ótta, men tí vit vita aðrastaðni frá, hvussu ringt tað kann verða, um vit lata standa til, sigur Chik Collins, rektari við Kringvarpið.