- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eyka tíðindasending í sjónvarpinum
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/john_johannesen05014.jpg?itok=CsOGH4A5)
Í sambandi við, at landsstýrið hevur gjørt av at stongja partar av føroyska samfelagnum fyri at verja ímóti covid-19 smittuni, verður ein eyka tíðindasending í sjónvarpinum klokkan 15.
Tummas í Garði, læknastjóri í sjúkrahúsverkinum, Jenis av Rana, landsstýrismaður í skúlamálum, og Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum verða gestir í sendingini.
Eisini til børnini
Støðan við COVID-19 smittuni fyllir nógv í tíðindaflutninginum og samfelagnum annars í løtuni. Tí hava vit gjørt av at tilluta ein part av Degi og Viku í kvøld til børnini, har vit millum annað varpa ljós á óttan, ið henda støðan kann elva til millum børn. Talan verður um tilfar við børnum og til børn.
Dag og Vika í kvøld klokkan 19