Allur hondbóltur útsettur fyribils

bannari
Allur hondbóltur útsettur fyribils
Hondbóltssamband Føroya hevur í kvøld tikið avgerð um, at ongin hondbóltsdystur verður spældur í fyribils tvær vikur
 
12.03.2020 - 00:17

Í tíðindaskrivi boðar HSF frá, at avgerðin um at útseta dystirnar er tikin vísandi til nýggjastu tíðindini um, hvussu corona-smittan er farin at gera um seg í grannalondunum. 

Umframt at leggja dystarvirksemið stilt í tvær vikur, mælir HSF eisini feløgunum kring landið til at avlýsa venjingar og annað virksemi. Fleiri feløg hava longu alment boðað frá, at tey fylgja tí tilmælinum.

Seinastu dystirnir áðrenn endaspælið hjá kvinnum og monnum skuldu annars spælast hesar báðar komandi vikurnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946