Munur verður gjørdur á skótum og ítrótti

Munur verður gjørdur á skótum og ítrótti
Fíggjarmálaráðið skjýtur upp, at sjálvboðin og tey, sum gera lønt arbeiði innan ítrótt, kunnu forvinna 50.000 krónur skattafrítt
Føroya Skótaráð hevur gjørt viðmerkingar til uppskot frá Fíggjarmálaráðnum
 
11.03.2020 - 13:09

Tað verður torførari hjá skótafeløgum at fáa skikkað fólk at taka sær av krevjandi uppgávum innan skótaarbeiði, um skótaliðini ikki fáa somu sømdir sum ítróttarfeløg nú fara fáa.

Tað sigur Føroya Skótaráð í hoyringarskrivi um lógaruppskot, sum er í løgtinginum. Uppskotið skal dagføra skattafríu upphæddina til sjálvboðið arbeiði á ítróttarøkinum.

Uppskotið, sum er komið úr Fíggjarmálaráðnum, tilskilar, at tey, sum gera sjálvboðið og lønt arbeiði innan ítrótt kunnu forvinna 50.000 krónur í staðin fyri 30.000 krónur, áðrenn skattur skal gjaldast av inntøkunum.

Stórar avleiðingar fyri skótarnar

Í viðmerkingunum stendur, at samsýningin lutvíst er viðurkenning fyri arbeiðið og lutvíst sum endurgjald fyri tær útrreiðslur, sum hesi fólk leggja í arbeiði fyri ítróttin.

Men Føroya Skótaráð sigur, at hendan skeiklingin fær stórar avleiðingar fyri arbeiðið hjá skótunum í framtíðini, tí arbeiði til tíðir er krevjandi. Tí er neyðugt, at tey, sum gera hetta arbeiði, fáa samsýning fyri sítt íkast og mista arbeiðstíð frá øðrum arbeiði.

Fíggjarmálaráðið sigur í viðmerkingunum til lógaruppskotið, at tey virða arbeiðið hjá skótunum líka nógv sum arbeiðið, ið hjálparfólk gera innan ítrótt, men ráðið sigur seg ikki vera vitandi um, at arbeiði hjá skótunum verður lønt við eini samsýning, og tí metir Fíggjarmálaráðið, at tað er rættast at avmarka uppskotið til ítrótt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. desember
Góðan morgun Føroyar
184498
Mánadag 2. desember
Morgunlestur mánadagur 2. desember 2024
183607
Sunnudag 1. desember
Møti í Betesda
184478
Leygardag 30. november
TEMAPLÁTAN 40, 'Isolation', Toto, 1984
184316
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (4:4) - teknmálstulkað
184482
Sunnudag 1. desember
3-2
184480
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (3:4) - teknmálstulkað
184477