- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ferðafólk sleppa ikki í land í Bergen
Í Noregi hevur kommunan í Bergen í dag avgjørt, at ferðafólk, sum koma við ferðamannaskipum, sleppa ikki í land í Bergen.
Tað boðar kommunan frá í tíðindaskrivi.
- Hetta er eitt av mongum tiltøkum, sum verða sett í verk, so tað ikki verður so trongligt í býnum, fyri at minka um vandan fyri corona-smittu, og at gestir ikki skulu verða í vanda fyri at verða smittaðir, sigur kommunustjórin, Robert Rastad, við VG.no.
Sleppa ikki í land
Tað merkir, at ferðamannaskip, sum koma til Bergen, kunnu sleppa at proviantera, men ferðafólkini sleppa ikki í land
Kommunan hevur samskift við havnarmyndugleikan í Bergen um, hvussu tey skulu taka í móti skipum, sum hava Bergen sum part av ferðaætlanini, eitt nú Hurtigruten og Fjord Line.
Hesi skip sleppa at halda fram sum higartil, men tey skulu halda seg til ásetingarnar, sum eru gjørdar fyri at avmarka smittu í Bergen, skrivar kommunan.