- Tíðindi, mentan og ítróttur
Virusraktar virðislønir
16 virðislønahandanir. Glaðir vinnarar á pallinum og videoheilsanir frá teimum, sum vóru uttanlands. 11 tónleikaframførslur. Okkurt orkumikið og annað inniligt. Handritið til FMA 2020 líktist handritunum undanfarin ár.
Men tá framleiðararnir kliptu myndir av einum gapandi tómum sali í sendingina sást, at FMA 2020 var ólíkt øllum teimum undanfarnu tiltøkunum av sama slagi. Fyriskipararnir høvdu avrátt, at tiltakið skuldi vera uttan áhoyrarar, framførslurnar vórðu bandaðar fyrr um dagin og so lítið av fólki sum til ber var savnað samstundis.
Fýra bólkar ella einstaklingar fingu tvær virðislønir. Jasmin varð kosin Ársins kvinnuligi sangari og hevði gjørt Ársins útgávu, I know it’s over, í flokkinum fyri ropp og rokk. Kostbar hjá Inga Poulsen varð kosin ársins sangur í sama flokki, umframt at hann fekk flestar atkvøður í kappingini um Áhoyraravirðislønina. Janus Rasmussen fekk eisini tvær viriðslønir, Ársins sangari ella einleikari og Ársins framleiðari. Og so fekk Afenginn eisini tvær virðislønir, eina fyri Ársins útgávu, Klingra eitur hon, og eina fyri Ársins tekst av sama navni.
Kristian Blak fekk Ársins tónleikaheiður, Marius DC gjørdist Ársins nýggja navn og soleiðis vórðu tær 16 virðislønirnar býttar millum 12 ymiskar vinnarar tilsamans.
Tey, sum vunnu á FMA, vóru hesi:
Ársins kvinnuligi sangari (PR):
Jasmin
Ársins mannligi sangari (PR):
Pól Arni Holm
Ársins sangur (PR):
Kostbar - Ingi Poulsen)
Ársins útgáva (PR):
I Know It’s Over - Jasmin
Ársins bólkur ella einstaklingur (PR):
Joe & The Shitboys
Ársins sangari ella einleikari (OF):
Janus Rasmussen
Ársins bólkur ella kór (OF):
Tórshavnar Big Band
Ársins útgáva ella konsert (OF):
Klingra - Afenginn
Ársins kompositión (OF):
Songs of solitude and night - Sunleif Rasmussen
Ársins nýggja navn:
Marius DC
Ársins videolag:
Fremmed - The River (eftir Atla Brix Kamban)
Ársins tekstur:
Klingra - Afenginn
Ársins húsi:
Catch - Plúmm (eftir Anniku Arge Gregoriussen)
Ársins framleiðari:
Janus Rasmussen
Áhoyraravirðislønin:
Ingi Poulsen
Ársins tónleikaheiður:
Kristian Blak
Tey, sum framførdu á FMA 2020, vóru hesi:
Funksjón
Marius DC
Ernst Remmel & Rasmus Vigant Samuelsen
Stanley Samuelsen
Hamradun
Ingi Poulsen
Reality Bytes
Flowin
Fróði Hansen
Lyon
Joe & The Shitboys