- Tíðindi, mentan og ítróttur
Uppskot um at banna einnýtisplast
Tað heldur í øllum førum Ingilín Didriksen Strøm, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin, sum hevur lagt uppskot fyri løgtingið um júst hetta. Uppskotið verður viðgjørt, tá Rættarnevndin hevur fund nú klokkan 10.
Í viðmerkingunum til uppskotið skrivar Ingilín Didriksen Strøm, tingkvinna, at milliónir av tonsi av plasti hvør ár enda í havinum.
Plastburturkastið, sum endar í náttúruni, er til stóran skaða fyri umhvørvi, djór og menniskju, og at tað tekur náttúruini fleiri hundrað ár at bróta niður plast.
Í tráð við burðardyggar samfelagsætlanir
Forsøgnirnar vísa, at um okkurt ikki verður gjørt fyri at steðga hesum, so verður nøgdin nøgdin av plasti í havinum størri enn nøgdin av fiski í 2050.
– Hetta er ein stórur trupulleiki fyri eina fiskivinnutjóð sum Føroyar, heldur Ingilín Didriksen Strøm, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin.
Hon heldur, at tað er upplagt at banna einnýtisplasti, tí tað er í tráð við ætlanina um eitt burðardyggari samfelag, sum øll tykjast vera samd um politiskt.