- Tíðindi, mentan og ítróttur
Alternativet er í upploysn
Danski fólkatingsflokkurin, Alternativet, er í upploysn.
Tað tykist greitt, eftir at fýra av fimm fólkatingslimum hava tikið seg úr flokkinum í dag.
Millum teirra, sum er farin úr flokkinum, er ein av stovnarunum, Uffe Elbæk. Hannsigur seg ikki kenna flokkin aftur.
Rumbul hevur verið innanhýsis í Alternativet, og fleiri hava sett spurnartekin við leiðslustílin hjá nýggju forkvinnuni, Josefine Foch, sum millum annað er løgd undir at taka í starvsfólk hjá flokkinum og rista tey.
Stuðul frá floksleiðsluni
Um vikuskiftið fekk Josefine Foch stuðul at halda fram sum forkvinna frá einum sera teprum meiriluta í floksleiðsluni.
Lokalfelagið hjá Uffe Elbæk kravdi síðani, at hann alment stuðlaði hana sum forkvinnu.
Tað vildi Uffe Elbæk ikki, og hann hevur í dag tikið seg úr flokkinum, saman við trimum øðrum.
Teir fýra fyrrverandi limirmir í Alternativet vera nú uttanflokka á fólkatingi