- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vegurin Yviri við Strond brotin
Illveðrið rakti eisini høvuðsstaðin meint í gjár. Tað sæst millum annað aftur Yviri við Strond, har vegurin er brotin í fleiri støðum, eins og nógvur uppgangur hevur verið og framvegis er Yviri við Strond.
Tískil er vegurin stongdur í dag. Løgreglan sigur, at tá veðrið verður frægari ber til at finna útav, hvussu stórur skaðin er, men vegurin verður í øllum førum stongdur í allan dag.
Av løgreglustøðini verður sagt, at illveðrið var ringast í Havn, í Klaksvík, á Strondum og í Vágum. Í øllum førum komu flest fráboðanir inn frá hesum økjum í landinum í gjár.
Løgreglan sigur tó eisini, at í mongum førum verður løgreglan ikki kunnað, tí fólk venda sær beinleiðis til bjargingarlið á staðnum.