– Sitið uttan streym í eitt samdøgur

– Sitið uttan streym í eitt samdøgur
Vit hava einki fingið at vita um, nær streymurin kemur aftur, men vit hava sitið í myrkri nú í næstan 24 tímar, sigur Elsa Birgitta Petersen í Nesi
Mynd: Lesaramynd: Rúni Thomsen  
 
01.03.2020 - 11:57

Í Hvalba hevur verið rættilig illveður í nátt, og tað hevur millum annað viðført, at streymurin fór í allar sóknini í gjár. Nú er streymurin komin aftur í Sandvík og í Hvalba, men á Nesi í Hvalba er enn eingin streymur. 

Vit hava einki fingið at vita frá nøkrum enn. Men nú er stilnað so mikið, at vit aftur kunnu koyra inn til Hvalbiar og har hava vit so sæð, at tað er streymur aftur, sigur Elsa Birgitta Petersen, sum býr á Nesi í Hvalba. 

Tey fingu boð um at fylgja við á netinum, men tað er sjálvsagt trupult, tá eingin streymur er, og tískil hava tey einki vitað um, nær streymurin kann væntast aftur. 

 >> SÍ EISINI SEV: Streymurin kemur helst aftur í Hvalba skjótt

Hvalba hevur verið hart rakt av illveðrinum í nátt. Brimgarðurin hevur fingið stóran skaða, og á vegnum við strondina í Hvalba er illa koyrandi, tí uppgangurin hevur verið stórur.

Bátar liggja og sløðast í fjøruni, eins og fleiri neyst hava tikið skaða. Um støðuna í Hvalba sigur SEV, at tey eru í gongd við at finna eina loysn. 

Enn hava øll ikki fingið streymin aftur í Hvalba og Sandvík. Fólk eru aftur farin í fjøllini at finna og rætta feilin á linjuni. Aggregat eru á veg suður við Smyrli, og verða sett upp beinanvegin at veita fyribilsstreym, skrivar SEV á Facebook í dag. 

Hesar myndirnar av vindskaðum í Hvalba hevur Rúni Thomsen tikið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. november
«Hosianna, Dávids sonur!»
184318
Hósdag 28. november
Andarblak - Í menniskjum góður tokki
184315
Hósdag 28. november
Breddin: Fráflyting í søguligum høpi
184289
Hósdag 28. november
Morgunlestur hósdagur 28.november 2024
184107
Mikudag 27. november
Dansival á Nordlekfundi
184250
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2)
184255
Mikudag 27. november
Kanst tú siga farvæl? (2:2)
184254
Mikudag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184234
Mikudag 27. november
Fólksins rødd 4:4 - teknmálstulkað
184221
Týsdag 26. november
Føroysk fiktión (2:5)
184205