- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyingar og grønlendingar skulu hava herskyldu

Føroyingar og grønlendingar eiga at hava herskyldu. Tað heldur Danski Fólkaflokkurin, sum aftur hevur lagt uppskotið fyri fólkatingið.
Flokkurin legði eisini slíkt uppskot fyri fólkatingið í 2016, men tað fekk ikki undirtøku.
Talan er um uppskot til samtyktar, sum skal slóða fyri, at un g í øllum ríkinum skulu hava somu skyldur.
Tá uppskotið seinast var til viðgerðar í fólkatinginum á vári í 2017, vísti táverandi stjórnin uppskotinum frá sær, og tað sama gjørdu allir hinir flokkarnir í fólkatinginum.
Í Danmark verða allir menn kallaðir til hertænastu, tá teir fylla 18 ár. Kvinnur fáa eisini somu boð, men hava ikki skyldu at fara í hertænastu.
Eingin herskylda
Í Føroyum og í Grønlandi hava fólk ikki herskyldu. Men kunnu fara uppí herin, um tey vilja tað.
- Hvørki í Føroyum ella í Grønlandi er nakað ynski um herskyldu, segði táverandi danski verjumálaráðharrin, Klaus Hjort Frederiksen.
Danski Fólkaflokkurin sigur í uppskotinum, at nú eru tríggir javntsettir partar í ríkisfelagskapinum, og tí eiga treytirnar um herskyldu eisini at vera eins, skrivar KNR.
Flokkurin vísir eisini til frágreiðing frá grønlendsku sjálvstýrisnevndini frá 2003, har sagt varð, at øll trý fólkasløgini í ríkisfelagskapinum, eiga at vera partur av verjuni og tilbúgvingini.
Tí eiga menn úr øllum trimum londunum at vera partur av verjuni, sigur Danski Fólkaflokkurin í uppskotinum.
Skulu Grønland og Føroyar vera partur av donsku verjuni, fer tað at kosta millum 1,5 og 3,6 milliónir kr um árið, er metingin hjá verjumálaráðnum.