Átta mál um marknaforðingar í ríkisfelagsskapinum

Átta mál um marknaforðingar í ríkisfelagsskapinum
Marknaforðingar í ríkisfelagsskapinum eru, tá rættarstøðan er ymisk í teimum trimum londunum
Astrid Krag, almanna- og innanríkisráðharri, hevur svarað Føroyanevndini
 
10.02.2020 - 09:01

Landsstýrini í Føroyum og í Grønlandi og danska stjórnin arbeiða við átta málum, sum hava felagsheitið marknaforðingnar í ríkisfelagsskapinum.

Tað sæst í árliga yvirlitinum, sum Astrid Krag, almannamála- og innanríkisráðharri, hevur sent Føroyanevndini hjá fólkatinginum.

Hon sigur, at hetta seinasta árið eru tvær marknaforðingar burturbeindar. 

Koyrikort og fyritíðarpensjón

Onnur er grønlendska koyrikortið, sum nú kann býtast við eitt danskt, tá fólk flyta úr Grønlandi til Danmarkar.

Hin er fyritíðarpensjónin. Lógarbroytingarnar um hana komu í gildi 1.januar í ár.  

Marknaforðingar í ríkisfelagsskapinum eru, tá rættarstøðan er ymisk í teimum trimum londunum.

Tað kann koma tvørt fyri hjá teimum, sum flyta millum londini í ríkinum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. januar
Dansival
186889
Sunnudag 26. januar
Møti: Møti úr Vitinum í Hvalba
186890
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
186874
Sunnudag 26. januar
Bolero - 26. januar 2025
186872
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 27. januar
3-2
186892
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636