Kyndil og H71 í steypafinaluni

Kyndil og H71 í steypafinaluni
Við trýmáls sigri hálaðu Kyndilsmenn munin inn aftur í seinnu hálvfinaluni móti VÍF, men spenningur var um hitt finaluplássið til seinasta bríksl
 
09.02.2020 - 17:29

Ein sigur við minst trimum málum var eitt krav, skuldi Kyndil tryggja sær pláss í steypafinaluni. Og hetta var júst tað, teir grønu vunnu sær á heimavølli í seinnu hálvfinaluni. Kyndil var omaná frá byrjan í dystinum, sum endaði 30-27.

Í hinari hálvfinaluni var spenningur til síðsta bríksl. H71 vann fyrru hálvfinaluna við einum máli, og í dag hevði Neistin so greiða yvirvág gjøgnum stóran part av dystinum, at teir leingi vóru á veg í steypafinaluna. Men hoyvíkingar fótaðu sær í seinna hálvleiki, og dysturin endaði við javnleiki 21-21.

Samanlagt vunnu Kyndil og H71 sostatt sínar hálvfinalur við bert einum máli, og tey hittast tí í steypafinaluni, sum verður spæld komandi leygardag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946