- Tíðindi, mentan og ítróttur
Varðhaldsfongslingin longd
Varðhaldsfongslingin er longd nú í vikuni. Maðurin er í varðhaldi í Danmark. Maðurin, sum er 36 ára gamal, er skuldsettur fyri drápsroynd og serliga grovan harðskap móti tænastumanni, sum var til arbeiðis.
Maðurin varð varðhalsfongslaður í fýra vikur í grundlógaravhoyring í Føroya rætti tann 10. desember. Varðhaldsfongslingin varð longd í býarrættinum í Keypmannahavn 8. januar, tí skuldsetti maðurin var í Ríkissjúkrahúsinum.
>> SÍ EISINI Skottilburður í Miðvági
Tá varð hann varðhaldsfongslaður í surrogati, sum sagt verður. Tað er, at hann varð varðhaldsfongslaður aðrastaðni enn í fongsli, eitt nú í sjúkrahúsi.
Men nú er hann mettur at vera egnaður at vera í fongsli. Trý skot raktu hann, tá politiið skeyt eftir honum, sambært Ekstra blaðnum varð hann raktur tvær ferðir í bringuna og eina ferð í vinstra lær.
Politisturin, sum varð raktur, var í hjálmi. Hann fekk ikki nevniverdan skaða. Skuldsetti maðurin noktar seg sekan. Hann sigur seg einki minnast um hendingina í Miðvági 9. desember í fjør.