- Tíðindi, mentan og ítróttur
Maður skal broytast til fólk
Orðið maður í stýriskipanarlógini skal broytast til fólk.
Løgtingsmaður skal verða løgtingsfólk til dømis. Og embætismaður skal eita embætisfólk.
Men samgonguleiðarin kann eita antin løgmaður ella løgkvinna.
Tingkvinnurnar Ingilín D. Strøm í Javnaðarflokkinum og Hervør Pálsdóttir í Tjóðveldi mæla til at broyta stýriskipanarlógina.
Løgtingsmaður ella løgtingskvinna
Tær siga, at fólk gera sjálvi av, um tey kalla seg løgtingsmaður ella løgtingskvinna, tingmaður ella tingkvinna og landsstýrismaður ella landsstýriskvinna.
Tó verða heitini løgmaður, løgtingsformaður og næstformaður standandi í lógini, men ein kvinna kann kalla seg løgkvinna, løgtingsforkvinna ella næstforkvinna.
At broyta stýriskipanarlógina er ikki bara sum at siga tað.
Broytingin skal fyrst samtykkjast í einum valskeiði.
Síðani skal hon aftur í løgtingið, eftir at val hevur verið, og verða samtykt har óbroytt í fyrstu setuni hjá tí tinginum.