Hálvfinalurnar stroymdar á kvf.fo

Hálvfinalurnar stroymdar á kvf.fo
Komandi vikuna stroymir Kringvarpið hálvfinalur í steypakappingini í hondbólti
 
04.02.2020 - 16:14

Tey somu fýra feløgini - Kyndil, VÍF, Neistin og H71 - eiga øll liðini í hálvfinalunum hjá kvinnum og monnum. 

Hjá kvinnunum verður onnur hálvfinalan ein endurtøka av steypafinaluni í fjør, tá Kyndil og VÍF bresta saman. Kringvarpið stroymir fyrru hálvfinaluna millum hesi bæði liðini klokkan 18 í annaðkvøld. Í hinari hálvfinaluni hittast H71 og Neistin. 

Hjá monnum møtast steypavinnararnir og føroyameistararnir í hálvfinaluni. Neistin tekur ímóti H71, og Kringvarpið stroymir fyrru hálvfinaluna millum teir hóskvøldið klokkan 20. Í hinari hálvfinaluni hittast VÍF og Kyndil. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946